Sjálvhjálpin niðurløgd

Sjálvhjálpin niðurløgd

Landsstýrið hevur valt at niðurleggja Sjálvhjálpina 1. januar 2014. Stórt spell, tí ráðgevingin vendi sær til bæði kvinnur og menn. Nú er aftur onki stað at vísa einstaklingum, av báðum kyni, og pørum á, har tey kunnu fáa ókeypis ráðgeving og vegleiðing frá fakfólki.