"Um bara hann sló meg"

"Um bara hann sló meg"

Móttøka í Miðlahúsinum hósdagin, tá bókin ”Um bara hann sló meg ” kemur út.

Hósdagin gevur sálarfrøðingurin Súsanna O. Skaale út bókina "Um bara hann sló meg", har fimm føroyskar kvinnur, sum hava verið fyri harðskapi, greiða frá síni søgu og hvussu tær fótaðu sær aftur.

Í tí sambandi verður bóka-móttøka í Miðlahúsinum í Vágsbotni hósdagin 14. november frá kl. 16:00 til kl. 18:00.

Annika Olsen landsstýriskvinna, Katrin á Neystabø frá Amnesty og Tóra Petersen forkvinna í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar siga nøkur orð.

Møguleiki verður eisini at ogna sær bókina, ið kostar 220 kr.