Sig frá - Um alt landið

Sig frá - Um alt landið

Sig frá – um alt landið!
Komandi vikurnar verður skipað fyri tiltøkum kring landið, har greitt verður frá arbeiðinum við heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum.

Øll í Føroyum skulu hava møguleika at kunna seg um ætlanina, sum snýr seg um harðskap í breiðastu merking.

Síðani arbeiðið at seta í verk heildarætlanina byrjaði seinasta vár, hava ymisk tiltøk verið. Fleiri fakbólkar hava fingið kunning um arbeiðið, eins og ymiskt tilfar er framleitt. Alt hetta til tess at varpa ljós á harðskap.

Greiði boðskapurin er, at harðskapur á ongan hátt verður góðtikin í okkara samfelagi.

Komandi árið skal arbeiðast við at seta í verk viðgerðartilboð til børn. Hetta verður gjørt saman við arbeiðinum at fyrireika Barnahús. Eisini viðgerðartilboð til teirra, sum fremja harðskap, skal setast í verk.

Hesar komandi sjey vikurnar verða tiltøk kring landið, har almenningurin fær høvi at kunna seg um arbeiðið.

Fyrilestrahaldarar frá Gigni, Barnaverndarstovuni, Kvinnuhúsinum, SSP og Amnesty International fara at greiða frá sínum arbeiði og frá harðskapi í breiðari merking. Eisini fer sálarfrøðingur at greiða frá, hví og hvussu harðskapur eru skaðiligur, eins og løgfrøðingur fer at greiða frá fráboðanar- og tagnarskylduni.

Fyrilestrarnir eru almennir og ókeypis og viðkomandi fyri fakfólk eins og almenningin sum heild.


Sig frá!
Arbeiðið at seta í verk átøkini í heildarætlanini, byrjaði í summar og í ár verður millum annað arbeitt við at fyrireika viðgerðartilboð til børn, sum hava verið fyri harðskapi ella verið vitni til harðskap umframt viðgerðartilboð til teirra, sum fremja harðskap.

Upplýsandi átøk hava eisini verið á skránni í heyst og halda fram restina av árinum.

Heildarætlanin hevur fingið nýggjan samleika og snið
Boðskapurin er, at harðskapur á ongan hátt verður góðtikin í okkara samfelagi. Uttan mun til, um talan er um likamligan, sálarligan ella kynsligan harðskap vilja vit siga frá, at hann verður ikki góðtikin.

Tað er ein sannroynd, at tey, sum eru fyri harðskapi í parløgum og nærsambondum eru einsamøll. Eingin sigur sína hugsan, eingin spyr um bláa eygað – eingin sigur frá!

Tí er neyðugt og týdningarmikið at seta sjóneykuna á henda ósjónliga trupulleikan. Og fyrsta stigið er at bróta tøgnina – at siga frá!

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum ásannar, at týdningarmesta fyribyrgingin móti harðskapi er opinleiki og kunnleiki. Hon heldur, at størsta fyribyrgingin er, at vit tosa um evnið:

- So sig frá! sigur landsstýriskvinnan, sum fegnast um, at verulig gongd er komin á hetta arbeiðið.

http://www.amr.fo/get.file?ID=10096