Heildarætlanin "Harðskapur í parlagi og nærsambondum".

Heildarætlanin "Harðskapur í parlagi og nærsambondum".

Í góðar tveir mánaðir hevur ein arbeiðsbólkur, umboðaður av Vinnumálaráðnum, Heilsumálaráðnum, Innlendismálaráðnum og Almannaráðnum, arbeitt við at gera eina heildarætlan fyri hvussu vit kunnu koma harðskapi í parlagi og nærsambondum til lívs.

Hetta er fyrsta heildarætlanin, sum hevur til endamáls at fyribyrgja og steðga slíkum harðskapi og fevnir um fimm ár.

Henda yvirskipaða heildarætlanin vísir á ítøkilig átøk, sum skulu verða sett í verk. Hesi átøk skulu síðani útgreinast teir komandi mánaðirnar, fram til 25. November, sum er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum.

Heildarætlanin fatar víða og fevnir um 18 átøk, sum eru ætlað at fyribyrgja og upplýsa um harðskap umframt at stuðla og viðgera fólk, ið eru fyri harðskapi. Eisini eru átøkini ætlað at geva yrkisbólkum betri amboð at handfara harðskap og fáa í lag betri samstarv og mannagongdir bæði hjá myndugleikum og ímillum myndugleikar. Harumframt fevnir ætlanin um viðgerðartilboð til teirra, sum eru harðlig. Talan er sostatt um meira enn bara at bøta um sjúkueyðkenni, men eisini at set í verk átøk, har harðskapurin tekur seg upp, nevniliga hjá tí sum fremur harðskap.

Í tilgongdini hava nógvir myndugleikar, felagsskapir og einstaklingar verið sera beinasamir at geva politiska fylgibólkinum og arbeiðsbólkinum ráð, fakligan kunnleika og upplýsingar.

Heildarætlanin sæst á www.vmr.fo