Sjálvhjálparbólkur fyri harðskapsraktar kvinnur

Sjálvhjálparbólkur fyri harðskapsraktar kvinnur

• Ert tú ella hevur tú verið fyri harðskapi?
- likamligum og/ella sálarligum, kynsligum, fíggjarligum og/ella materiellum harðskapi
• Hevur tú tørv á at tosa við onnur?
• Vil tú fegin lurta eftir og stuðla øðrum?
• Vil tú fegin víðari í tínum lívi?
- so kannst tú fáa gleði av at vera við í einum sjálvhjálparbólki


Ein sjálvhjálparbólkur er ein bólkur, í hesum føri av kvinnum, ið møtast um eitt felags evni ella líknandi trupulleika. Sjálvhjálparbólkurin gevur tí einstaka luttakaranum høvi til at deila upplivingar, tankar og kenslur saman við øðrum í líknandi støðu. Endamálið við bólkinum er, at kvinnurnar stuðla hvørja aðra, finna loysnir og veita hjálp til sjálvhjálp.

Kvinnurnar eru við til avgera, hvussu arbeiði fer fram í bólkinum og hvat serligur dentur skal leggjast á. Knýtt at sjálvhjálparbólkinum er ein leiðandi persónur, sum stuðlar og leggur bólkinum lag á. Áherðsla verður løgd á tagnarskyldu.

Bólkurin byrjar 29. mars 2011.

Ynskir tú at koma við í bólk ella hevur spurningar hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin at ringja til Kvinnuhúsið á tlf. 317200 ella skriva til post@kvinnuhusid.fo