Skerji ikki játtanina

Skerji ikki játtanina

Skerjið ikki játtanina til at íverkseta heildarætlanina Harðskapur í parlagi og nærsambondum

Við heildarætlanini Harðskapur í parlagi og nærsambondum varð eitt stórt stig tikið fyri at basa tí álvarsliga samfelagstrupulleika, sum harðskapur ímóti kvinnum og í nærsambondum er.

Í heildarætlanini Harðskapur í parlagi og nærsambondum er mett, at tað kostar 1.305.000 milliónir at fremja átøkini, sum heildarætlanin leggur upp til, men Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum og javnstøðumálum, hevur biðið um 1,2 milliónir til at fremja heildarætlanina.

Nú røddir eru frammi um, at henda upphæddin møguliga verður skerd, fara Kvinnuhúsið og Amnesty International Føroya deild at heita á myndugleikarnar um at tryggja, at umbidna játtanin á 1,2 milliónir verður játtað.

Harðskapur ímóti kvinnum og í nærsambondum er eitt evni, sum í stóran mun hevur verið og framhaldandi er tabu. Tí er eisini lætt at tiga trupulleikan burtur.
Nú er avgerandi, at tey átøkni, sum eru í heildarætlanini verða framd, so ljós ikki einans verður varpað á trupulleikan, men stig eisini verða tikin til at loysa trupulleikan. Vit mæla tí til, at umbidna upphæddin áljóðandi 1,2 milliónir verður játtað.
Vit eiga at gera alt fyri, at tann skipaða tilgongdin at basa harðskapi í nærsambondum heldur fram. Um peningur ikki verður jattaður, óttast vit fyri, at stígur kann koma í arbeiðið.

Í altjóða høpi hevur í minsta lagi triðja hvør kvinna onkuntíð í sínum lívi verið fyri harðskapi. Vit hava ikki tøl fyri, hvussu umfatandi trupulleikin er í Føroyum. Einasta vit hava at halda okkum til í Føroyum, eru tøl frá Kvinnuhúsinum, sum benda á, at støðan er tann sama sum í okkara grannalondum.

Føroyar hava fingið átalu frá ST fyri ikki at gera nóg nógv fyri at basa harðskapi móti kvinnum. Føroyar hava bundið seg til CEDAW sáttmálan og hava skyldu til at seta tiltøk í verk til at basa hesum trupulleika. Í fjør var breið politisk semja um at játta pening til heildarætlanina. Politiski myndugleikin eigur nú at geva eitt klárt signal um, at harðskapur ímóti kvinnum og í nærsambondum ikki verður góðtikin.

At játta neyðuga peningin til átøkini í heildarætlanini, er eitt týdningarmikið stig framá móti tí degi, tá ið Føroyar liva upp til sínar skyldur og basa hesum álvarsliga trupulleika.


Vinarliga,

Jacoba Kruse aðalskrivari AmnestyInternational Føroya deild

Elin Reinert Planck
dgl. leiðari
Kvinnuhúsið