Harðskapur ímillum ung ið ganga saman - síggj filmin

Harðskapur ímillum ung ið ganga saman - síggj filmin

Lokk.dk hevur framleitt ein dokumentarfilm um harðskap millum ung ið ganga saman.

Um man sum ungur upplivir harðskap frá unnusta/ unnastu sínum, er møguleikin fyri at verða útsettur fyri harðskapi í parlagnum, sum vaksin, munandi størri. Tosa við onkran tú hevur álit á um harðskapin.

Ì filminum eru samrøður við fýra ung ið hava verið útsett fyri sálarligan og likamligan harðskap. Tey tosa um at at missa trúnna á seg sjálvan, um angist og vónloysi.

Heiti á filminum, ið sæst á www.hjerteogsmerte.dk, er:

Títt lív - títt parlag - títt val