Steðgi harðskapi ímóti kvinnum

Steðgi harðskapi ímóti kvinnum

Tann 25. novembur kl. 19.00 skipa Amnesty International Føroya Deild, Kvinnuhúsið, Barnabati, Javnstøðunevndin og Kvinnusamskipan Føroya fyri almennum tiltaki í Athøll í Norðurlandahúsinum. Tiltaki er ókeypis.

SKRÁIN:
- Kvinnuhúsið og Barnabati fara at fortelja um veruleikar í Føroyum
- Kristín Ástgeirsdóttir, stjóri á íslendsku Jafnréttisstofa, kemur at fortelja um hvussu heildarætlan at fyribyrgja og steðga harðskapi móti kvinnum er íverksett í Íslandi
- Tankavekjandi innslag
- Pallborðsfundur við floksformonnunum í føroysku flokkunum.

KVINNUHÚSIÐ VÍSIR Á:
at hvønn dag í árinum ringja kvinnur í Føroyum at spyrja um ráð og hjálp!
at 120 ymsar kvinnur ringdu inn í 2009!
at fleiri enn 100 av uppringingunum í 2009 snúðu um harðskap!
at kvinnurnar, ið ringdu inn í 2009, høvdu íalt 211 børn!

BARNABATI VÍSIR Á:
- at tá talan er um harðskap móti kvinnum, er talan í flestu førum eisini um harðskap móti børnum. Tí er tað sjálvsagt ein samfelagstrupulleiki!
- at Barnabati kemur javnan í samband við børn og ung, ið eru ella hava verið fyri harðskapi heima!
- at eitt barn, ið afturvendandi er fyri harðskapi og/ella eru vitni til harðskap móti ágangi!
- at eitt barn, ið er fyri harðskapi, fer sum vaksin væntandi at fáa stórar trupulleikar í parlagi, sum foreldur og við lívinum sum heild!