Umboð fyri kvinnuhúsið hitti Krúnpirnsessu Mary

Umboð fyri kvinnuhúsið hitti Krúnpirnsessu Mary

Í septembur mánaða var árliga ráðstevnan "Nordiske kvinder mod vold". Heiti á ráðstevnuni var: Frá sjálvbodnum til yrkisarbeiði.

Fyrsta kreppumiðstøðin í norðanlondunum kom í 1974. Kvinnuhúsið/kreppumiðstøðin í Føroyum varð stovnað í 1990. Fyrstu árini vóru bert sjálvboðin knýtt at kreppimiðstøðunum. Tað vóru kvinnur ið ynsktu at hjálpa og stuðla harðskapsraktum kvinnum. Tað vísti seg tó at vera neyðugt við starvsfólki at samskipa arbeiði. Tey mongu næstu árini vóru, eins og tað er í Kvinnuhúsinum, bæði sjálvboðin og lønt starvsfólk. Í dag hava flestu kreppumiðstøðir í hinum norðanlondunum bert lønt starvsfólk.

Nógvar av gistandi kvinnunum høvdu børn við sær. Seinnu árini er størri focus sett á børnini ið hava haft somu upplivingar sum mammurnar. Flest allar kreppumiðstøðir hava sett námsfrøðingar at vera um børnini.

Krúnprinsessa Mary er protektor fyri donsku Kreppumiðstøðirnar og setti ráðstevnuna. Hon hevði ynskt at hitta eitt umboð fyri hvørt luttakandi land. Høvi var m.a. at takka henni og "Mary Fonden" fyri ryggsekkirnar sum børnini, ið gista á Kreppumiðstøðini, fáa.