Harðskapur ímóti kvinnum

Harðskapur ímóti kvinnum

Harðskapur ímóti kvinnum

”Tað eru bert ávísar typur av kvinnum ið verða útsettar fyri harðskapi”. Líknandi mytir eru partvís viðvirkandi til at bagatelisera harðskap ímóti kvinnum, og partvís fjalir tað útyvir hvussu umfatandi trupulleikin í veruleikanum er.

Kvinnur, útsettar fyri harðskapi, eru at finna í øllum samfelagsløgum. Eins væl tann vælútbúna kvinnan, sum tann kvinnan við ongari útbúgving, eru fyri harðskapi.

Verður kvinnan ofta útsett fyri harðskap -likamligum, sálarligum ella hóttanum- ávirkar tað hennara sjálvsvirði. Tað kensluliga sambandið við mannin, skommin av at verða bundin at honum og skommin av ikki at hava orku til at leysríva seg, ávirkar sjálvsuppfatanina hjá kvinnuni. Við harðskapinum fylgir ofta avbyrging frá familju og kenningum.

Hon er 31 ár. Í átta ár var hon verandi í einum harðligum parlagi.

Hon kom av bygd, hann úr býnum. Fyrstu ferð hon hitti hann, kendi hon atdráttarmegina – hann var spennandi og ørvísi.

Tá hon lýtur aftureftir vóru frá byrjan fleiri tekin um, hvussu hann veruliga var. Hon varnaðist ikki t.d. hansara ævinsjúku, at hann stýrdi henni og altíð skuldi vita, hvar hon var.

Hann sýndi hóttandi atburð frá byrjan, t.d. tók hann fleiri ferðir hart í hana. Hon varð ógvuliga bangin og royndi at verja høvdið, um hann, sum hann hótti við, slerdi høvdið í veggin.

Einaferð tey vóru í eini familjuveitslu, rópti hann í ævinsjúku yvir, at hon dansaði við einum systkinabarnið: Fert tú heim við honum?

Eitt annað tekin var, at hann gjørdi alt fyri, at hon ikki var saman við vinfólkið. Seinni forbjóðaði hann henni at hava samband við tey flestu av teimum.

Hon helt ikki, at hon var harðskapsrakt, tí hann slóð hana ikki so ofta. At tað var sálarligur harðskapur, sá hon seinni og vendi sær til ráðgeving fyri harðskapsraktar kvinnur, har hon eisini fekk at vita, at hon var ikki tann einasta ið hevði livað í einum harðskapsraktum parlagi.

Les meira um Helenu og hinar í søgusavninum