Steðgi harðskapi ímóti kvinnum á Asfalt

Steðgi harðskapi ímóti kvinnum á Asfalt

Í tíðindaskrivið boðar Amnesty International, Føroya deild, frá luttøku á Asfalt. Hesaferð er tað við átakinum "Steðgið harðskapi móti kvinnum". Átakið varð sett í verk í 2004, og er ætlað sum eitt ískoyti til rørslurnar fyri kvinnurættindum um allan heim. Endamálið við átakinum er at samtykkja lógir, ið tryggja kvinnum javnstøðu, at avtaka lógir, ið stuðla uppundir harðskap móti kvinnum, at skipa hjálpartiltøk og fáa tey at virka, og fram um alt at broyta hugburð, fordómar og siðir, sum fremja og styrkja harðskap móti kvinnum. Les meira um skránna á heimasíðuni www.amnesty.fo