Niðurstøðan á ráðstevnuni

Niðurstøðan á ráðstevnuni

Er hon verðuliga tað verd?

Fyri 13. ferð var ráðstevnan “Nordiske Kvinder Mod Vold” hildin í døgunum 25. – 27. august 2006, og var hon hesa ferð í Føroyum. Luttakarnir vóru úr Grønlandi, Íslandi, Danmark, Norra, Svøríki, Finlandi, Tysklandi, Hollandi og Føroyum.

Við at kanna teir heilsuligu og kostnaðarligu avleiðingarnar av harðskapi móti kvinnum og børnum, kundi Katarina Weinehall, Universitetið Umeå í Svøríki, vísa sínar útrokningar. Hesar vístu, at ein harðligur maður kostar samfelagnum nærum 2,5 mill. svenskar krónur. Hetta fyri at kvinnan og børnini framvegis kunnu varðveita teirra rættindi, heilsu og framhaldandi lív. Tá eru persónligu avleiðingarnar hjá kvinnum og børnum ikki íroknað.

Karen Helweg-Larsen, Statens Institution for Folkesundhed í Danmark, greiddi frá teimum granskingarúrslitum um teir heilsuligu avleiðingarnar harðskapur, framdur av monnum, hevur fyri kvinnur og børn. Um útgangsstøði er, at 4% av vaksnum kvinnum árliga eru útsettar fyri likamligum harðskapi, og kostnaðurin er sambarligur tí Svenska, er talan um metstórar peningaupphæddir.

Lívskvaliteturin hjá tí einstøku kvinnuni, óansæð kostna í krónum og likamligari heilsu, verður, sambært Kjersti Alasaker, Institut for videregående tværfaglig uddannelse í Bergen, sera vánalig tá hon er útsett fyri harðskapi og øðrum ákoyringum, eisini samanborið við aðrar málbærar og traumatiseraðar bólkar. Tá harðskapur verður framdur heima, tað staði har tann einstaki átti at kent seg tryggan, er ógjørligt at liva eitt lív í likamligari, sálarligari og sosialari vælverðu.

Søgan aftan fyri hagtølini, kom frá Odile Poulsen, rithøvunda, ið hevur yvirlivað blóðskemd og skøkjulevna. Hon fortaldi søguna um sítt lív. At hon, hóast sínar lívsroyndir, megnaði at yvirliva er merkisvert. Ein sterk søga um hvussu ítøkiligia høgur og ógvusligur kostnaðurin er, tá menn fremja harðskap móti kvinnum og børnum.

Evnið á ráðstevnuna var “Voldsramte kvinders sundhed og helse”. Teir 170 luttakarnir fingu staðfest, at harðskapur mótvegis kvinnum og børnum framhaldandi krevur síni offur. Lív, heilsa, tryggleiki og grunnleggjandi menniskjalig rættindi verða brotin. Óansæð øll menniskjasligu missini sum harðskapurin inniber, eru allir borgarir í samfelagnum við til at fíggja avleiðingarnar av framda harðskapinum. Hetta hóast eitt samfelag uttan harðskap er nógv bíligari og tað einasta mannvirðiliga.