Porno

Porno

Vit síggja tað allastaðni. Í handlum, í sjónvarpi, á alnótini, í lýsingum, tað er ikki neyðugt at uppsøkja, porno er allastaðni, ofta í barnahædd.

Porno er vinnulig nýtsla av seksualitetinum, har tað ofta vísast myndir av kynslutum. Tess meira víðgangandi og markleyst porno, tess meiri pening til pornoídnaðin.

Pornografi er ein visuel lýsing av prostitutión í filmum og á myndum. Sex er ein vøra. Ein prostitueraður er ein persónur, ið selur atgongd til sín kropp fyri at nøkta sexuel ynskji og hugmyndir hjá keyparunum. Prostitutión er ikki ein eginleiki, men eitt virksemi ein fæst við eitt tíðarskeið í lívinum. At vera prostitueraður er nakað man fæst við, ikki nakað man er. Prostitueraði eru bæði kvinnur og menn, sum selja kynsligar veitingar til bæði kvinnur og menn. Serliga eru tað tó menn ið keypa kynsligar veitingar. Vitanin um prostitutieraðar menn er ikki stór.

Við samskiftisteknologiini kann porno síggjast á telduskígggjanum við at trýsta 3 ferðir inni á alnótini. Porno á alnótini er ókontrollerað og ócensurerað.

Tær beinleiðis orsøkirnar til at gjalda fyri sex eru ymiskar. Summi hava trupulleikar í parlagnum og síggja prostitueraðar sum einasta møguleika fyri kynslívi. Onnur vilja ikki útseta partnarin fyri teirra kynsligu dreymar og lystir.

At selja kynsligar veitingar fær menniskjansligar fylgjur, bæði heilsuligar, sosialar og kensluligar.
Prostituera liva ofta eitt dubultlív. Ofta veit nærumhvørvið onki um dubultlívið. Tey eru bangin fyri at verða avvíst av familju og vinum. Tey kenna næstan øll til trupulleikar í samband við at líva eitt dubultlív við sundurbýttum veruleikum. Ein loynidómur, sum í longdini er tyngjandi at liva við. Tað kann viðføra, at man spakuliga vendir sær frá familju og vinum. Hettar viðførir einsemi.

Sálarfrøðingurin, Kim Deichmann, sigur útfrá sínum arbeiði við prostitueraðum og pornomodellum, at 90% av hesum kvinnum vóru útsettar fyri kynsligan ágang sum børn. Tann vaksni hevur maktina yvir misnýtta og svíkta barninum. Kynsliga misnýtslan av barninum kann føra við sær, at tey sum vaksin hava kensluna av, at kroppurin er eitt amboð, og tá tey brúka hann, hava tey maktina. Tað tey ikki gjøgnumskoða er, at tann ið situr við veruligu maktini er pornoframleiðarin, fyriskiparin, eigarin av barrini og tann ið keypir prostitutión.

Eitt samfelag eigur undir ongum umstøðum at góðtaka, at onnur verða misnýtt til at nøkta eins egna tørv.

Pornofilmar gerast alt meir ógvusligir, veljast kann millum sex millum pør ella fleiri, við børnum, við djórum massaneytøkum o.s.f.

Børn og ung ið læra um sín seksualitet gjøgnum porno fáa fatan av, at tað er ónormalt ikki at hava anal- og bólkasex. Ungar gentur fáa skaðar av lutum, tær fáa upp í undirlívið.

Bólkaneyðtøkur eru framdar í USA seinastu árini, men eru ikki longur bert eitt fyribrigdið har. Nú hendir tað eisini í norðanlondunum. Ein kvinna varð neyðtikin í Keypmannahavn av 11 monnum. Til jólaborðhaldið, mennirnir høvdu luttikið í fyrr um kvøldið, hevði ein strippari eggja teir við sínum dansi.

Í Íslandi, sum vit ofta samanbera okkum við, byrjaði teirra organiseraða prostitutión við, at barrir fingu danskar stripparar at framføra sín erotiska dans. Í dag eru 7 bordellir í Reykjavík, tær prostitueraðu koma úr m.a. Asien og Baltisku londunum, lokkaðar til Íslands undir følskum fortreytum av pengagrískum fólki. Í Føroyum hava vit árliga vitjan av donskum striptease dansarinnum, hvussu fer framhaldssøgan hjá okkum at síggja út?

Í Danmark var ein vælumtókt sjónvarpsrøð ið nevndist "Stripperkongens piger". Ein kvinna ið luttók í sendirøðini, greiðir frá: Eg eri kend fyri at hava strippað og spælt við í pornofilmum. Eg eri ikki glað fyri tað, eg havi gjørt, eg veit, at tað hevur haft stórar avleiðingar fyri meg. Tað er niðurgerðandi, og gjøgnum terapi havi eg viðurkent, at eg manglaði sjálvsálit, eg vildi so gjarna, at fólk sóu meg - at tey dámdu meg. Tá eg hevði framført, kendi eg tað gott - men aftaná kom hatri til menn, og eg hataði meg sjálva. Í dag eri eg kedd av, at eg oyðilegði so nógv ár av lívinum. Eg havi í fleiri ár verið í viðgerð hjá sálarlækna og havi fingið diagnosuna manio depressiv, fái í dag avlamispensión og eri bert 33 ára gomul. Eg eri einsamøll og havi bert fáar vinir. Eg royni at síggja gott út og havi eitt vakurt heim, men sjálv havi eg tað ikki gott. Til tíðir havi eg hug at gera ein enda á øllum, eg havi skrivað brævið, har eg sigi farvæl.