Ársaðalfundur 2006

Ársaðalfundur 2006

Tíðindaskriv.
16. mars hevði Kvinnuhúsfelagið aðalfund. Í nevndini sita Eyrith Leyni, forkvinna, Masa Christiansen, næstforkvinna, Sigrun Samuelsen, kassameistari, Ása Olsen og Daisy Sloan. Roknskapurin varð góðkendur og Sonja Klein afturvald til granskoðara. Í nevndini í Kvinnuhúsgrunninum sita Fríða Patursson, Brynhild Danielsen og Annetta Saltá.

100 limir eru í Kvinnuhúsfelagnum, av hesum hava 38 arbeitt sum sjálvbodnar í vaktarskipanini, sum kvøld- og náttavaktir, og sitið í nevndum.

18 kvinnur og 24 børn hava gist á Kreppumiðstøðini í 2005. Síðani Kvinnuhúsið byrjaði sítt virksemi tann 1. oktobur 1990 hava 234 kvinnur og 233 børn gist á Kreppumiðstøðini. Kvinnur og børn hava, áðrenn tey komu í Kvinnuhúsið, upplivað antin sálarligan harðskap, likamligan harðskap ella bæði. Í 2005 hava verið 423 áheitanir til Kvinnuhúsið. Tilsamans hava 5.753 áheitanir verið til húsið hesi árini, vit hava virkað.

Endamálið hjá Kvinnuhúsfelagnum er at reka Kvinnuhúsið/Kreppumiðstøðina, har kvinnur kunna ringja ella støkka inn á gólvið og fáa ráðgeving og vegleiðing í ymiskum spurningum og trupulleikum. Ikki er neyðugt hjá kvinnuni at upplýsa navn ella P-tal. Heldur ikki er neyðugt hjá henni at rættvísgera, hví støðan er, sum hon er. Kvinnan hevur møguleikan, saman við sínum børnum, at gista á Kreppumiðstøðini eitt tíðarskeið.

Arbeiðið í Kvinnuhúsinum er grundað á sjálvboðið arbeiði. Sjálvbodnu vaktirnar eru virknar í meðal 6-7 ár. Tær sjálvbodnu kvinnurnar, ið arbeiða ókeypis í vaktarskipanini, gera tað møguligt hjá harðskapsraktum kvinnum at ringja ella flyta inn á Kreppumiðstøðina, alt samdøgrið.