8. Mars 2006

8. Mars 2006

Í sambandi við alheims kvinnudagin 8. mars skipar Kvinnufelagið í Havn fyri pallborðsfundi í Sjónleikarhúsinum í Havn. Evnið á fundinum verður "Kvinnur í politikki - hvussu fáa vit fleiri kvinnur valdar í Løgtingið og í bý- og bygdaráðini?"

Skráin sær soleiðis út:
- Kvinnubuffét á Hafnia frá kl. 17, sí nærri skrá/bílegging á www.hafnia.fo
- Kl. 19.30 byrjar tiltakið í Sjónleikarhúsinum, vælkomudrykkur og brellbitar (snacks) í forhøllini
- Tónleikur: Mia Káradóttir, floytu og Heiðrun Petersen, violin

Við pallborðið sita:
- Lisbeth L. Petersen, løgtingskvinna
- Gunn Joensen, fyrrv. borgarstjóri í Vestmanna
- Malan Helgadóttir, bygdarráðslimur
- Bjørg Jacobsen, skrivari hjá Javnstøðunevndini
- Helena Dam á Neystabø, fyrrv. landsstýris- og løgtingskvinna
- Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna
- Birta Biskopstø, forkvinna í Kvinnufelagasamskipan Føroya (KSF)

Orðstýrari verður Karin Kjølbro, nevndarlimur í Kvinnufelagnum og fyrrv. løgtingskvinna.

Skemt við Marjun í Kálvalíð

Kostnaður:
- Tiltakið í Sjónleikarhúsinum, 100 kr.
- Kvinnubuffét á Hafnia, 250 kr.

Øll eru hjartaliga vælkomin
Kvinnufelagið

Í samband við altjóða kvinnudagin 8. mars varpar Amnesty International, Føroya deild, ljós á kvinnur og vápnaðan harðskap.

Amnesty luttekur í forhøllini við kunningarbási og savnar saman myndir til Control Arms átakið.