Stuðul frá the Body Shop 2005

Stuðul frá the Body Shop 2005

Í 2004 skrivaði The Body Shop ketan út kapping, har teir út ímóti 2000 handlarnir skuldu savnað pening inn til ymisk vælgerandi endamál á mest nýhugsandi hátt. The Body Shop í SMS luttók í kappingini og hevur savnað inn til Kvinnuhúsið.

Í The Body Shop stóð bússa á diskinum, har vitjandi og kundar kundu lata pening í. Peningurin var til nýggjar leikur til børnini, íð gista í Kvinnuhúsinum.

Umframt peningaliga stuðulin lat The Body Shop eisini ymiskar vørur til kropsrøkt. Haraftrat stuðlaðu aðrir handlar í SMS tiltakinum við gávum til børnini og mammurnar, teir vóru: Bókasølan, Elding, Fríðkan og Bindibúðin.

Fyri ágrýtni og nýhugsan í innsavningini, avgjørdi dómsnevndin í Bretlandi, at The Body Shop í Føroyum skuldi fáa fyrstu heiðurslønina áljóðandi kr. 11.000 í greinini "Harðskapsraktar kvinnur". The Body Shop avgjørdi at lata vinningin kr. 11.000 til Kvinnuhúsið.

Í Kvinnuhúsinum eru vit sera fegin um peningaliga stuðulin og gávurnar. Ein stór tøkk til tykkum í The Body Shop og hjartaliga tillukku við heiðurslønini. Somuleiðis tøkk til hinar handlarnar ið stuðlaðu.

Umleið 23 børn gista í Kvinnuhúsinum um árið. Børnini hava oftast ongar leikur fingið við sær, tá tey koma, og nýggjar leikur eru kærkommnar hjá teimum at stytta sær stundir við. Eisini hava vit keypt jólagávur til børnini.