Aðalfundur

Aðalfundur

Hósdagin 17.mars 2005 hevði Kvinnuhúsfelagið aðalfund. Í nevndini í Kvinnuhúsfelagnum sita Eyrith Leyni, forkvinna, Sólrun Jacobsen, næstforkvinna, Finngerð Fríðriksdóttir, kassameistari, Masa Christiansen og Ása Olsen. Eykalimir eru Ása holm Jacobsen og Meinhild Geyti. Roknskapurin varð góðkendur og Sonja Klein afturvald til granskoðara. Eykagranskoðari er Gunnvá Haldansen. Í nevndini í Kvinnuhúsgrunninum sita Turið Debes Hentze, Brynhild Danielsen og Judith Johannesen.

110 limir eru í Kvinnuhúsfelagnum, av hesum hava 41 arbeitt sjálvboðið í vaktarskipanini sum kvøld- og náttarvaktir, sitið í nevndum og ráðgeving.

Forkvinnan greiddi frá farna ári og takkaði starvsfólki og vaktum.

Kassameistarin legði roknskapin fram, og hann varð góðkendur.

Limagjaldið er ásett til 100 kr. + postgjald.