Nordiske kvinder mod vold 2005
Ráðstevnan Nordiske kvinder mod Vold 2005 varð hildin í Reykjavík í Íslandi 2. til 4. septembur.
Heitið á Ráðstevnuni var: Norden – Amnesti for Voldsmænd?
180 luttakarir vóru á ráðstevnuni.
Í ár varð varpað ljós á hvussu londini lýsa harðligar menn, og hvat samfelagið hevur at bjóða.
Ráðstevnan varð sett av Bjørn Bjarnason, løgmálaráðharra.
Maria Eriksson, PhD granskari á Gøteborg Universitet, hevði framløgu um harðliga mannin.
Sjak R. Haaheim, løgfrøðingur og ákæri, tosaði í síni framløgu um revsimál.
Pallborðsorðaskifti var millum granskarar, embætisfólk, politikarir og aktivistar. Evnið var: Eru norðanlondini eitt amnesty hjá harðligum monnum?
Ymisk evni vórðu viðgjørd í smærri bólkum. Evnini vóru keyp og søla av kvinnum, prostitutión, neyðtøka, arbeiði á kreppumiðstøðum, børn á kreppumiðstøðum, kvinnur ið búgva á dulgdum bústaði, og um hvønn leiklut og hvørja ábyrgd menn hava í stríðnum ímóti kynsligum harðskapi.
Ráðstevnan endaði sunnukvøldið við eini vitjan á Bessastøðum, har luttakarnir vóru til móttøku hjá forsetanum Ragnar Grímsson.