Søgan hjá Sannu

Søgan hjá Sannu

Eg eiti Sanna og eri 45 ár. Eg eri yngst av 4 børnum. Eg og systkin míni hava havt ein  sera trupllan uppvøkstur. Pápi mín var alkaholikari. Hann hugsaði ikki um annað, enn at fáa fatur á øl og brennivín, hvønn einasta dag. Mamma royndi alt tað, sum hon kundi, uppá hennara máta, at fáa dagligdagin til at hanga saman. Tað var ofta, at vit fóru svong í song. Tað vóru nøkur fá fólk, sum av og á plagdu at koma á gátt. Tey høvdu altíð nýbakaðar bollar og breyð við, onkuntíð fisk og annan góðan mat.

Tá eg var 6 ára gomul, gjørdis mamma sera sjúk. Tá broyttist lívið hjá okkum fullkomiliga. Vit høvdu ongan góðan, bert tey fáu menniskju, sum av og á komu á gátt. Sjúkralegan hjá mammu gjørdist stutt. Hon doyði av krabbameini.
Eg og systkin míni vóru skyld sundur. Onkur fór til familju, onkur í pleygu og eg sjálv endaði á einum barnaheimi.

Á barnaheiminum kendi eg meg sera fremmanda. Har vóru nógv børn og  fleiri ymisk starvsfólk. Starvsfólkini vóru fitt og fyrikomandi, men eg kendi tað ongantíð, sum eg bleiv ordiliga elskað.
Har búði eisini ein drongur, sum var 7 ár eldri enn eg. Tá eg var 8 ára gomul, byrjaði hesin drongurin ofta at spyrja meg, um at koma at spæla. Vit skuldu spæla nakað, sum var ordiliga stuttligt. Hann segði, at ongin annar mátti kenna til okkara spæl. Hann fann altíð onkrar krókar, har sum ongin annar var, og so misbrúkti hann meg har.

Hesin drongur var sera ógvusligur, og øll ræddust hann. Eg tordi ongantíð at siga nei, eg var ræðuliga bangin – bæði fyri honum og øllum hinum.

Eg fór rættuliga at mistrívast. Ein dagin fór eitt starvsfólk við mær til lækna. Har varð staðfest, at eg hevði fingið eina kynsjúku. Hetta førdi við sær, at tað at eg varð misbrúkt, kom fram í ljósið. Drongurin bleiv fluttur á eitt annað barnaheim.

Tá eg var 15 ára gomul, møtti eg einum ungum manni. Hann var sera áhugaður í mær. Eg var slett ikki klár til at fara í nakað forhold, men eg sá hetta, sum mín einasta møguleika til at sleppa burtur frá barnaheiminum.

So tá eg var 17 ár, fekk eg loyvi til at giftast. Tað vóru nógv, sum hildu, at eg var ordiliga heldig, at eg hevði funnið mín prins. Eg haldi, at hann var ordiliga góður við meg, og hann royndi at fáa meg til at trívast og at hava tað gott. Men tað var so nógv innan í mær, sum var so oyðilagt. Eg dugdi ikki at taka ímóti tí kærleika, hann vísti mær. Eg mistonkti hann fyri bæði eitt og annað. Vit fingu eitt barn saman, men tað gekk slett ikki. Tá vit høvdu verið saman í nøkur ár, fóru vit hvør til sítt.

Síðani tað, havi eg havt fleiri menn. Teir hava allir verið misbrúkarir, og nakrir hava eisini verið harðligir. Tá dóttir mín var 7 ára gomul, gekk tað upp fyri mær, at eg faktiskt bjóði henni akkurát tað sama lívið, sum eg hevði, og sum eg hataði og var bangin fyri. Hetta gjørdi, at eg fekk tikið meg saman, og rópti um hjálp.

Tað hevur ikki verið nemmt, og eg havi fleiri ferðir verið við at geva upp. Eg gangi nú til sálarfrøðing, og havi regluligt samband við Kvinnuhúsið. Eg vóni, at eg ein dag veri so væl fyri, at eg kann elska mítt lív og meg sjálva.