Søgan hjá Karin

Søgan hjá Karin

Eg eiti Karin og eri 34 ár. Eg vaks upp í einum heimi við harðskapi, drukk og sálarligari sjúku. Tað vóru ymiskt tíðarskeið í mínum barnaárum, hvar vit høvdu tað gott saman sum familja. Men ein stóran part av barnaárunum, kundi eg als ikki kenna meg trygga og elskaða.

Longu sum smágenta hevði eg ofta ábyrgd av beiggjum mínum, at geva teimum at eta og at rudda upp eftir okkum. Mamma var ofta sera langt niðri, og pápi mín var alkaholikari.

Eg hugsaði sum barn, at eg gleddi meg til at blíva vaksna, tí eg orkaði ikki hesa ábyrgd. Eg hevði eina vinkonu, sum kom frá einum heimi við tryggum rammum. Eg var altíð heima hjá teimum, tá ið eg sá ein møguleika fyri tí. Men eg kláraði tó ongantíð at slappa ordiliga av, tí eg hugsaði so nógv um beiggjar mínar, hvussu teir mundu klára seg, tá ið eg ikki var heima.

Tá ið eg gjørdist vaksin, avgjørdi eg, at eg ongantíð fór at bjóða mínum børnum eina slíka tilveru, um eg yvirhøvur nakrantíð fór at fáa nøkur børn. Eg byrjaði tíðliga at fjasast við dreingjum. Tað bleiv ongantíð til nakað fast. Eg hevði sera ilt við at binda meg til nakran. Eg var so bangin fyri at blíva sárað. Tá ið eg var 25 ár, bleiv eg brádliga forelskað uppum bæði oyru. Eftir stuttari tíð fluttu vit saman. Vinkonurnar ávaraðu meg, tí tær høvdu frætt ymiskt um hendan drongin. Men eg dugdi ikki at síggja, at nakað var galið. Eg helt, at tær vóru øvundsjúkar.

Eftir bert 3 mðr. gjørdist eg við barn. Tann fyrsta tíðin í graviditetinum var sera hørð. Eg var so illa fyri og eg royndi alt tað, sum eg kundi at vera glað og nøgd. Tá ið sjeikurin kom heim frá arbeiði og maturin ikki stóð á borðinum ella, at eg ikki hevði megnað at gjørt húsið reint og ruddiligt, bleiv hann illur og byrjaði at gremja seg. Segði ofta, at hann ikki visti av, at hann hevði fingið sær eina so dovna damu.

Eg segði honum, hvussu eg hevði tað, men tað rein ikki við hann. Hann lurtaði slett ikki eftir mær, hann byrjaði at fara út at keypa sær mat um kvøldarnar. Tað var oftari og oftari, at hann ikki kom heim fyrrenn eg var farin í song.

Avstandurin okkara millum bleiv størri og størri. Tá ið vit illa nokk tosaðu saman, hevði eg ikki so góðan hug til at hava kynsligt samband við hann. Hetta var hann illur um, og fleri ferðir tá ið hann kom drukkin heim, neyðtók hann meg. Eg hugsaði, at tað nokk fór at verða betur tá ið barnið var føtt. Men tað skuldi bert vísa seg at gersat verri og verri. Hann sló meg ofta og tosaði ógvuliga niðursetandi við meg.

Til endan visti eg hvørki út ella inn. Visti ikki hvat av tí, sum hann segði um meg var satt og hvat var ósatt. Eg sá lýsingina hjá Kvinnuhúsinum í sjónvarpinum. Eg setti meg í samband við tey. Tað var gott at tosa við onkran, sum lurtaði uttan at seta niður á meg. Eg var í Kvinnuhúsinum til nakrar samrøður. Eg tosaði við sjeikin hjá mær um støðuna hjá okkum. Vit hava sett okkum í samband við ein familjuráðgeva. Vit ganga nú til parsamrøður og eg vóni, at hetta fer at bjarga okkara forholdið.