Søgan hjá Jo

Søgan hjá Jo

Eg eri fødd og uppvaksin í einum fátækum landi. Vit eru níggju systkin, 5 systrar og 4 brøður, eg eri triðelst. Foreldur míni hava eina lítla trøð, har tey dyrka grønmeti. Pápi selur grønmeti á einum torgi í nærmasta býi einaferð um vikuna. Býurin liggur 7 km. frá bygdini. Pápi gongur aftur og fram til torgi. Tað eru ofta tungar byrðar hann knossar. Húsini hjá okkum eru lítil, bert tvey rúm. Vit matgera oftast uttanfyri.

Tá vit síggja sjónvarpssendingar frá vesturheiminum, er ríkidømi har næstan ófatiligt fyri okkum. At øll sleppa at ganga í skúla, at øll eru mett hvønn dag, at kunna fara til lækna, at kunna fara á sjúkrahús, at man hevur arbeiði. Hettar er ein dreymur fyri okkum.

Sjálv fór eg heimanífrá sum 13 ára gomul, leiðin gekk til stórbýin. Eldra systur mín arbeiddi har frammanundan, hon hevði fingið mær arbeiði sum vaskikona á matstovuni, har hon serveraðar. Systir mín ansaði væl eftir mær. Hon syrgdi fyri, at mín lagna ikki gjørdist tann sama sum hjá nógvum øðrum gentum, nevnliga at enda í prostitutión.

Nógvir turistar koma til okkara land á vitjan, og ikki allir koma at njóta land og mentan. Ein partur kemur at keypa sær børn ella ung, og brúka tey kynsliga.

Nógvir vesturlendingar komu á matstovuna. Bjørn, ið eg gifti meg við, hitti eg á matstovuni. Fyrstu ferð eg hitti hann, var eg 16 ár, og hann 32 ár. Vit tosaðu saman sum frægast, Bjørn var ikki so stinnur í enskum. Tvey ár seinni kom Bjørn aftur á vitjan, og vit vóru nógv saman. Hann hevði tá ment seg eitt sindur í enskum. Bjørn fortaldi um landið, hann kom frá, um arbeiði og um húsini, hann búði í. Hettar ljóðaði sum eitt ævintýr í mínum oyrum. Eg helt Bjørn vera stak fittan og segði ja, tá hann spurgdi, um vit skuldu gifta okkum. Vit giftust í mínum heimlandi.

Bjørn fortaldi, at hann búði saman við mammu síni. Í mínum heimlandi er vanligt, at gomul foreldur búgva inni hjá elsta soninum. Tað vísti seg seinni, at Bjørn ongantí var fluttur heimanífrá. Hann var vanur við, at mamman gjørdi alt fyri hann, og ikki umvent.

Í mínum heimlandi verður stórur dentur lagdur á at uppala gentur til góðar húsmøður. Vit læra tíðliga at matgera og gera reint. Børnini verða ofta uppald av teimum gomlu ið hava stundir at taka sær av teimum.

Stutt eftir at eg var flutt til Føroyar, legði eg til merkis, at Bjørn sýndi eina framferð, ið eg ikki hevði varnast áður. Hann hjálpti mær ikki, sum hann hevði lovað, at søknast eftir arbeiði til mín. Hann gjørdi onki fyri, at eg lærdi fólk, mál, mentan og land at kenna. Eg var oftast inni saman við mammu hansara, og hon skilti ikki enskt. Fór eg út, var tað saman við Bjørn, men eg hevði altíð ein varhuga av, at hann skammaðist yvir meg. Hann segði ofta niðrandi orð um meg, meðan onnur hoyrdu. Heima kundi Bjørn lata vera við at tosa við meg í fleiri dagar. Segði eg nakað, fekk eg at vita, at eg kundi bara fara aftur har, ið eg var komin frá. Barnið fekk eg ikki við mær, tað skuldi hann nokk syrgja fyri.

Eg fekk gjøgnum eina grannakonu samband við eina aðra útlenska kvinnu. Hon hjálpti mær at fáa barnaansing og síðan arbeiði, eisini setti hon meg í samband við Kvinnuhúsið. Eg havi nú lært at tosa føroyskt, og kenni meg sum ein verdugan borgara í Føroyum. Eg vil gera alt fyri, at mítt barn hevur tað gott. Í Føroyum kann eg bjóða mínum barni mat hvønn dag, skúlagongd, læknahjálp, tannlækna v.m. Alt hettar hevði eg ikki kunna bjóða mínum barni í heimlandinum, tí ynski eg at verða verandi her.

Bjørn vil hava fleiri børn, men eg haldi ikki, at tað er ráðiligt, tí eg eri ikki vís í, at vit bæði verða verandi saman.