Søgan hjá Kristinu

Søgan hjá Kristinu

Eg eiti Kristina og eri 59 ár. Eg var blaðung tá ið eg møtti manni mínum. Tá ið vit høvdu gingið saman í 2 ár, gjørdist eg við barn. Vit avgjørdu at giftast beinanvegin, tí vit hildu tað ikki vera ráðiligt at fáa eitt barn uttanfyri hjúnarlagið.

Eg hevði onga útbúgving og nærum ongar arbeiðsroyndir. Maður mín var sjómaður, hann hevði inntøku, so hetta skuldu vit nokk fara at klára.Vit fingu ein vælskaptan son.

Eg gjørdist skjótt við barn aftur, og uppá 8 ár høvdu vit fingið fimm børn.

Tað vísti seg skjótt, at maðurin hevði ein rúsdrekka trupulleika. Í byrjanini drakk hann av og á, tá ið hann var heima. Men sum tíðin gekk, var hann so at siga altíð fullur. Tað var ikki bara tað, at hann var fullur, var skitin og luktaði illa; men hann brúkti eisini allar pengarnar til alkahol. Eg og børnini vóru ofta bæði svong og køld.

Tá ið eg tosaði við hann um hesar trupulleikar, bleiv hann sera illur, rópti og geylaði, at eg ikki skuldi blanda meg uppí, hvat hann brúkti pengarnar til. Hann segði eisini fleiri ferðir, at eg ongantíð hevði forvunnið eina krónu. Nú vóru góð ráð dýr! Hann vildi hava, at eg skuldi vera heima, men hann skuldsetti meg fyri ikki at forvinna pengar. Eg varð sera ørkymlað.

Ein dagin, tá vóru øll børnini í skúlaaldri, avgjørdi eg, at eg skuldi royna at fáa mær eitt arbeiði. Tað var ikki lætt, tí arbeiðsroyndir hevði eg fáar. Maður mín var ikki glaður fyri hesa avgerð, tí sum hann segði, so átti eg at ganga heima. Eg visti, at eg var noydd til at fara til arbeiðis, tí eg kundi ikki bjóða børnunum at ganga svong og køld í heilum. Eg hevði eisini brúk fyri at koma út ímillum vaksin fólk.

Eg minnist enn kensluna av at fáa mína egnu løn. Tann lukkan gjørdist stutt. Maðurin var illur, øvundsjúkur og niðurgerandi. Hann skuldsetti meg fyri bæði eitt og annað.. Hann drakk meira og meira. Hann var fleiri túrar heima, tí hann kláraði ikki at blíva edrúður og sum hann segði, so stólaði hann ikki uppá meg longur. Hetta førdi við sær, at hann ofta onga løn fekk og byrjaði tí eisini at drekka mína løn upp.

Soleiðis livdu vit í nógv ár. Maðurin var næstan altíð í ringum hýri. Onki sum eg og børnini gjørdu var nóg gott. Hann brigslaði okkum altíð. Tað, sum nívdi meg mest var at síggja, at børnini ofta vóru kedd, tey høvdu ongantíð vinir heim við, og tey vóru mest fyri seg sjálvan.

Eg hugsaði ofta um at fara heimanífrá, men eg visti ikki hvar eg skuldi fara. Eg helt tað eisini vera skomm at separerast. Hugsaði eisini, at so fóru børnini ongan pápa at hava.

Fyri nøkrum árum síðani var eg bæði kroppsliga og sálarliga komin sera langt niður. Eg dugdi nærum ikki at hugsa sjálv longur. Børnini, sum nú eru vaksin, søgdu við meg, at nú mátti eg hugsa um meg sjálva. Tey hjálptu mær í samband við kvinnuhúsið.

Tað var ein sera løgin kensla at koma í Kvinnuhúsið. Fyri fyrstu ferð hevði eg stundir at hugsa um mítt egna lív. Eg var so troytt, tá ið eg kom har, at eg mestsum bara svav tey fyrstu døgnini. Tað var heilt ófatuligt at tosa við starvsfólkið og hinar kvinnurnar, sum gistu í Kvinnuhúsinum. At nakar tímdi at lurta eftir mær, og at taka meg í álvara, tað var ikki nakað, ið eg var von við.

Tað birtist ein vón í mær um, at sjálvt eg kundi fáa eitt gott lív. Eg fekk mær egna íbúð, og eg havi lært nógv hetta síðsta árið um, hvussu gott lívið veruliga kann vera. Kenslan, sum eg siti við í dag er, hví gjørdi eg tað ikki meðan børnini vóru smá? Eg kundi havt spart tey fyri nógar trupulleikar.