Søgan hjá Helenu

Søgan hjá Helenu

Eg eiti Helena og eri 31 ár. Í átta ár varð eg verandi í einum harðligum parlagi.

Hann ringdi fleiri ferðir um dagin til mítt arbeiðspláss. Í fyrstani helt eg tað vera ógvuliga romantist, at hann ringdi. Men sum tíðin fráleið, kendist tað órógvandi, at hann altíð skuldi vita, hvat eg tókst við, og hvønn eg tosaði við. Eg sá væl á mínum starvsfeløgum, at tey hildu tað vera løgið.

Tosaði eg í telefon, stóð hann antin uppi yvir mær, ella hann tráðspurgdi meg um, hvønn eg tosaði við og um hvat. Tað gjørdi, at eg bað familju og vinir um ikki at ringja, tá eg var við hús. Hann tjekkaði nummarvísaran, og eg mátti altíð minnast til at sletta øll út- og uppkall á fartelefonini.

Hann sýndi hóttandi atburð frá byrjan, tók t.d. fleiri ferðir hart í meg. Eg var ógvuliga bangin og royndi at verja høvdið, tí um hann nú slerdi høvdið í veggin, sum hann hótti við.

Einaferð vit vóru í familjuveitslu, rópti hann hart í øvindsjúku, tá ið eg dansaði við einum systkinabarnið: “Fert tú heim við honum?” Eg var ógvuliga illa við og ikki minni bangin fyri, hvat fór at henda, tá ið vit komu til hús.

Ofta tá ið hann var illur, kravdi hann, at eg skuldi í song við honum. Eg tordi ikki at siga nei, tí tá gjørdist hann enn óðari og neyðtók meg.

Eitt annað tekin var, at hann gjørdi alt fyri, at eg ikki var saman við míni familju og vinfólki. “Eri eg ikki góður nokk at vera saman við?”, plagdi hann at siga við spakuligari hóttandi rødd. Eg tordi ikki at fara út. Seinni forbjóðaði hann mær at hava samband við tey flestu.

Eg helt ikki, at eg var harðskapstakt, tí hann slóð meg ikki so ofta. Men so sá eg eina sjónvarpssending um harðskap ímóti kvinnum, og eg kendi so nógv aftur av tí, ið varð umtalað í sendingini. Eg vendi mær til Kvinnuhúsið, og tað var ein stórur lætti at tosa við tær, tí tær kendu trupulleikarnar. Eg sum trúði, at alt var mín skyld, og at eg var tann einasta kvinnan, ið hevði tað soleiðis.

 

Eg kom av bygd, hann úr býi. Fyrstu ferð eg hitti hann, kendi eg atdráttarmegina – hann var spennandi og øðrvísi.

Tað vóru frá byrjan fleiri tekin um, hvør hann veruliga var. Eg varnaðist ikki t.d. hansara øvundsjúku, hvussu stýrandi hann var, og altíð skuldi vita hvar eg var, og hvørjum eg var saman við.