Ætlar tú tær at fara ella leitar tú eftir einum friðskjóli, er Kvinnuhúsið ein møguleiki. Í Kvinnuhúsinum fæst ráðgeving, vegleiðing og hjálp til sjálvhjálp. Eisini ber til at búgva á Kreppumiðstøðini í Kvinnuhúsinum eitt tíðarskeið. Børn eru vælkomin við.
Kvinnuhúsið byrjar samrøðubólkar tvær ferðir um árið. Í bólkinum hittast kvinnur ið hava tað til felags, at tær hava verið útsettar fyri harðskapi.
Kvinnuhúsið bjóðar samrøður við sálarfrøðing.
Í dag - 25. November - er Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Hetta er ein dagur, har vit varpa ljós á, at harðskapur móti kvinnum er ein samfelagstrupulleiki, sum er áleikandi í flestu londum kring heimin - eisini í Føroyum. Og sambært nýggjastu tølunum hjá Kvinnuhúsinum er 2020 eitt ár við serliga nógvum áheitanum um harðskap.
Frá kvinnu ið ynskir at deila sínar upplivingar
Einaferð, fyri ikki so øgiliga lang…
Tað kann vera ringt at siga frá, tá tú hevur verið fyri harðskapi. Tað kann eisini ve…